Eftir 20 ár við sama navni "Hoyvík Vindeygavask" var tíðin komin til eina dagføring.
Tá fyritøkan byrjaði, hevði "Hoyvík Vindeygavask" góða meining. Men í dag eru kundarnir ikki bara í Hoyvík – arbeiðið er nógv meira kring Tórshavn og aðrastaðni.
Tí hevði eg hug at finna eitt navn, sum ikki er bundið at einum ávísum staði, men sum í staðin sigur nakað um, hvat fyritøkan stendur fyri.
NØGDUR er eitt einfalt og jaligt orð. Tað snýr seg um úrslitið – og um kundan.
Bara við einum nýggjum navni og einum meira nútímans samleika.
Og í grundini er tað sera einfalt:
NØGDUR Vindeygavask er eitt føroyskt einstaklingavirki við meira enn 20 ára royndum við professionellum vindeygavaski (undir navninum Hoyvík Vindeygavask). Við serligum denti á støðufesti, góðsku og ordiligt arbeiði veiti eg tænastu til bæði privatfólk og fyritøkur í Føroyum.
Endamálið
Mítt mál hevur altíð verið tað sama: at arbeiðið skal vera gjørt ordiliga, og at kundin skal vera nøgdur.
Hvar
Tórshavn (herundir Argir, Norðasta Horn og Hoyvík), Hósvík, Hvalvík, Steymnes og Kollafirði.
Nær
Fært tú eina fasta vaskiavtalu við NØGDUR Vindeygavask antin hvønn mánað, annan hvønn ella 3. hvønn mánað ... ja, so sært tú gott út alt árið.
Hvør & hvussu
Eg veiti sjálvandi tænastu bæði hjá virkjum og privat, við bæði HydroPower (Pure Water) DI-filturtøkni (vanliga kallað "ultra reinum vatni") og vanligum vindeygavaski.
Brúka oyðublaðið til at bíleggja antin eitt tilboð uppá vindeygavask ella vindeygavask, beinleiðis.
Hví velja NØGDUR til vindeygavask?
Føroyska veðurlagið setur høg krøv til vindeygavask – og tað geri eg eisini.
Vindeygavask í Føroyum er ikki bara pynt; tað er neyðugt. Tí verður arbeiðið gjørt væl, gjølliga og regluliga.
vinarliga
Thomas Jacobsen
NØGDUR Vindeygavask
